Aftur í mmorgun vóru tað heilt nógvir bilar suður við Smyrli, eini 150 í tali.
Hetta er ikki heilt vanligt ein sunnumorgun, og hartil eru ongar ítróttakappingar í oynni í dag.
Stórur partur av bilunum snaraðu suður eftir av Krambatanga, suður til Vágs, har dýrabærir dropar av bensini enn er á Fast-støðini í Vági.
Nú klokkan 13.30 var køin frá Fast út gjøgnum allan býin. Spurningurin er bara hvussu nógv er eftir í tangunum hjá Fast í Vági.
Facebook viðmerkingar