Ferðslan á Vágsvegi á Jóansøku

Á Jóansøku verður partur av Vágsvegi stongdur leygardagin 22. Juni.

Frá klokkan 10.00 til 01.00 verður miðbýurin stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, frá Vágsvegi 55 (DIGO) og vestur til Vágsveg 77 (Heilsumiðstøðin og Bethel)

Frá kl 11.45 verður ongin gjøgnumkoyring frá Gamla skúla og út eftir, tá skrúðgongan fer til gongu út til Minnisvarðaøkið.

Frá klokkan 22.00 til 06.00 verður Vágsvegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu frá Hvanndalsbrekku og vestur til Garðabrekku. Toftavegur skal verða opin fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, tvs at bilar parkera bert í avmerktum p-básum og ikki á vegnum. Fólk verða ístaðin víst til hesi parkeringsøkir: Uttanfyri DIGO, Fossavegur, við Vágs skúla, við Vágs kommunu, økið hjá Bakkafrost á kaiini, við Ítróttarháskúlan og Ítóttarøkið á Vágs eiði.

Neyðsynjarakfør eru undantikin.

Víst verður ístaðin til at bilar koyra eftur Toftavegi, Fossavegi og Bøgøtu.

Facebook viðmerkingar