Seinna hálvfinalan í dag kl. 17.30

Tað er í dag kl. 17.30 at seinna hálvfinalan millum B36 og TB í kappingini um Løgmanssteypið er á skrá.

TB vann sum kunnugt 1-0 á heimavølli við Stórá, so spenningurin er stórur, nú TB hevur møguleika at vinna seg í finaluna í Løgmanssteypinum.

Sum skilst, so er stórur fjepparaskari við at gera klárt at fara norður við Smyrli av Krambatanga kl. 11.30.

Dysturin millum B36 og TB í Gundadali byrjar kl. 17.30.

Facebook viðmerkingar