Leygardagin á Jóansøku verður Frelsunarherurin tilstaðar við tiltakinum “Rúsfríður dagur”. Bjóða verða ókeypis leskiligir rúsfríðir drykkir, har vit við tí ynskja at eggja ungum sum eldri at liva rúsfrítt.
Sum ein felagskapur sum virkar millum fólk við rústrupuleikum, er tað okkara skylda at minna fólk á møguleikan, at liva rúsfrítt.
Tiltakið verður við p-økið hjá Torginum frá kl 13-17 leygardagin og verið hjartaliga vælkomin at vitja bás okkara.
Stuðla tiltakinum hevur Vágs kommuna, Føroya Bjór og Kirvi.
Eisini hava vit útimøti fríggjadagin kl 22 og leygardagin kl 20 uttanfyri Miðlatún.
Frelsunarherurin ynskir somuleiðis øllum eina góða Jóansøku.
Facebook viðmerkingar