Í ár eru tað 100 ár síðan fyrsta Jóansøkan var í Vági.
So enn einaferð, fara okor at bjóða vælkomin til Jóansøkuna í Vági, og okor eru spent og glað um, at bjóða øllum Føroya fólkið til at savnast um okra tjóðarítrótt – kappróðurin.
Saman við summarinun og og teimum deiligu rópinum í hoyrast á fjørðinum, er tað eitt satt tekin uppá at lív er í kappróðrarbátunum. Hetta er sjálvandi nakað vit í felaginum, saman við tikon øllum, gleðast um. Tí vælvitandi, hevur Vágs Kappróðrarfeleg, verið í einum so kallaðum aldudali. Men nú er góð fer komin á aftur, við teimum fýra manninginum, ið okor hava í ár. Felagði hevur nógv at bjóða uppá, sum ger at tey trívast. Her eru góðir karmar, til at venja inni, og ikki minst á fjørðinum, við tí útgerð, sum gagnast venjingini, t.d Go pro og speed coach. Ja, teknoligur, sum ikki fanst ta tíðina ein sjálvur byrjaði í kappróðri í ´80inum. Fyri ikki at tosa um, hvussu neyvar tíðirnar eru, við teimum flottu tólinum á málinum, sum avgerða tíðinar uppá millisekund, – og tann rætti vinnarain verður funnin, eftir tann sera spennadi og tætta róðurin.
Okor í nevndini, eru mannaði við nógvum góðum og ymiskum kortum á hondini, hvør í sær. Saman eru okor eitt gott team, ið ynskja at halda áfram við tí góða arbeiðinum, sum er fari fram, og ætla okor at byggja meir uppá hesa góðu gongdina.
Trivnaðurin er týdningarmikil og ynska okor at gera eitt stórt arbeiði hesum viðvíkandi.
Tó er onki felag, uttan allir okra trúføstu hjálparir. Tað er alt frá pensjonistar, sum kjúkla um, við at mála, mammur sum bakað vafflur, pápar sum bona, onkur bjóðar heim til náttverða, ønnur taka eina hond í har tørvur er á, og teir, sum hava bygt okkrara fantastiska neyst. Alt hetta er sjálvboðið og ein hjálp, sum ikki kann lýsast nokk í orðum, annað enn fantastist – túsund takk fyri.
Fram við fjørðinum her í bygdini, og aðrastani frá í Føroym, eru okor eisni heppin við góðum stuðlum. Upphæddir ið eru við til at okor hava tær umstøður ið eru okon kærkomnar.
Leygardagin tann 22 juni verður vágsfjørður karmurin, um nógvar spennandi róðrar, hetta krevur eisini nógv arbeiði. Aftur har, er bygdin ríka av góðum fólkið, sum ger at hetta megnar arbeiði gongur sum smurt. Og altíð hevur fyrireikingin fingið rósandi orð, bæði frá fjølmiðlum og rógvarum at ” Í Vági gongur róðurin altíð gott”
Góða jóansøku til tikon øll.
Við ítróttarkvøðu,
Sigrid Dalfoss Kærbech
Forkvinna í Vágs Kappróðrafelag
Facebook viðmerkingar