Góðu ítróttafólk, felagsskapir, tónleikarir, býráð og jóansøkunevnd, Góðu øll, sum eru komin saman at halda jóansøku.
Tað er altíð bæði hugaligt og hugnaligt at vera á jóansøku. Nakað vit gleða okkum til, og gleðin blívur bert størri, tess fleiri vit eru. Stóra fjøldin í dag og rúgvismikla jóansøkuskráin eru avgjørt gróðrarbotnur fyri eini góðari jóansøku. Vónandi verða veðurgudarnir við okkum…
Tað er gamalt at halda jóansøku í Suðuroynni. Fyrsta jóansøkan var hildin í 1923. Tá var hon hildin á ólavsøku. Tað var ikki so lætt hjá arbeiðsfólkunum í Suðuroynni at fáa frí at fara longu leiðina til Havnar at halda ólavsøku, tí helt man eina stevnu á Tvøroyri. Árið eftir var stevnan so hildin í Vági, men tá var tað ikki á ólavsøku, men um jóansøkutíð. Sostatt so er jóansøkan hildin um jóansøkutíð 100 ár í ár.
At jóansøkan soleiðis hevur 100 ár á baki sigur ikki so lítið. Seinni árini er kappingin við festivalar og hópin av trivnaðarátøkum harnað, men gomlu stevnurnar hava hildið stand. Tað ber boð um, at vit eru góð við tær siðbundnu stevnurnar. Í øllum meldrinum, sum heimurin annars er í, er eisini gott at uppliva okkurt kent og siðbundið. Tað er ein dygd at megna at taka tað nýggja til sín uttan at blaka tað gamla fyri borð.
Jóansøkutíðin er besta ársins tíð. Ljósa tíðin har dagur og nátt hittast, uttan at vit síggja munin, tí ljósið bara rennur saman í eitt í havsbrunni, er dragandi og gandakend. Man fær seg næstan ikki til at sova tær ljósu næturnar burtur. Menniskja er í so máta sum náttúran og planturnar, sum altíð venda sær og rætta armarnar móti ljósinum. Ljósið gevur vøkstur og megi. Ljósið gevur hita, grøði og fagrar litir, og okkum, sum er unt ta stóru gávu at búgva her, kunnu hesa ársins tíð veruliga siga, at tað er sum at búgva í einum sonnum listaverki. Her er grønari enn grønt og vakrari enn vakurt. Sum aðrar verur so súgva vit vakurleikan og ljósið í okkum og savna okkum nýggja megi. Eisini tá ið tað er gráari enn grátt og vátari enn vátt. Vit vita sum er. Ongin nátt er so svørt, at sólin ikki rísur aftur.
Jóansøkudagur er uppkallaður eftir Jóannesi doyparanum. Tað stendur í halgubók, at Jóannes er 6 mánaðir eldri enn Jesus. Soleiðis er føðingardagur Jóannes doyparans 24. juni. Fleiri staðni verður brent bál á jóansøku. Bálið er eitt tekin um ljós. At fólk savnaðust og sótu yvir bálinum er tekin um at vaka yvir ljósinum. Vit kunnu kanska siga at standa vakt um ljósið- at vaka yvir tí góða. Vit kunnu øll vera eitt ljós fyri hvønn annan. Leonard Cohen yrkti tað so væl ”There is a crack in everything that’s how the light gets in” (tað er ein sprunga í øllum, og tað er soleiðis ljósið sleppur inn)
Fortreytin, fyri at vit kunnu halda nakra jóansøku, er felagslívið. Uttan feløg, felagsskapir og eldsálir, sum sjálvboðið leggja lív og sál í at gera okkum øllum tað liviligt, sum skapa trivnað og geva tilveruni innihald og lívsgóðsku, ja so vóru vit bert ein samling av einstaklingum, har hvør sætar sær sjávum heldur enn eitt sameint bygdafólk. Gamaní ikki altíð samd í øllum, men altíð samfeld í kærleikanum og tokkanum til landið, heimstaðin og teir felagsskapir, sum vit hvør sær livað ein part av lívinum ígjøgnum.
Vilt tú náa nakað skjótt, ger tað so sjálv- vilt tú náa langt, ger tað so í felag.
Henda vísdóm sýna øll tit mongu, sum eru í felagslívinum, okkum í verki.
Tit skapa trivnað og lívstreysti. Tit byggja upp bæði menniskju og bygdir, hevja mentan og mentanararv. Tit laga varðar til okkum øll at ganga eftir. Kósin er greið. Saman vilja vit fram á leið. Sundurlyndið má ikki fáa fastatøkur á okkum, stavnhaldið er samanhald.
Hugsi tykkum bara til alt tað, sum hevur við bátar og sjógvin at gera. Stoltleikarnir sluppin Johanna, grindabátarnar og kappróðrarbátarnar. So sera týdningarmikið fyri okkum og ikki minst í heimshøpi, har føroyski báturin er komin á UNESCO listan yvir heimsins siðaarv. Havið, sum hevur átt lívið í okkum, høvdu vit ikki kunna troytt uttan bátar og skip. Vit eru so glað og stolt um, at vit soleiðis eru við at varðveita mentanararvin, sum onnur tíverri hava mist. Sluppsavnið er ein onnur sonn gullgrúpa. Og kappróðurin, tjóðarítróttin, er umframt ítróttin við at økja alskin og tilvitanina um bátin og felagsskapin. Vit eru jú øll í sama báti.
Tíðirnar eru broyttar, og inniróður er nú eisini ein ítróttargrein, sum rógvarinir luttaka í. Okkara ungu vinna bæði her heima og uttanlands, so gott er lagt í beinið. Og nú verður ein suðringur við til OL í rógving eisini.
Uttan kappróðurin mistu stevnurnar virðið. Og uttan stevnurnar var ongin kappróður. Eisini tí skulu vit halda fast og hjúkla um summarstevnurnar. Tá ið man sær kappróðrarbátarnar á fjørðinum og hoyrir rópini frá stýrimanninum úti á fjørðinum, tá fær man vónina um vár og summar.
Hugsi tykkum til tónleikin. Í samfull 85 ár hevur Ljómur verið her á staðnum. Øll árini hevur kórið ríkað og givið. Til so at siga allar almennar samkomur hava tey trúliga møtt um. Og tey eru ein gevandi sameinandi felagsskapur fyri fólk úr allari oynni. Orðið á Borðið er eisini kór, sum hevur stóran leiklut bæði fyri tann einstaka, felagsskapin og oynna. Musikskúlin tað sama. Øllum børnum er í boðið at fáa tónleikafrálæru. Hvussu stórt og týdningamikið er tað ikki? Og barnakór ikki at gloyma. Og tónleikarirnir sum spæla til dans, konsertir, í samkomun o.s.fr. Alt byggir brýr og ger gott. Og Tvøroyrar Hornorkestur sum so ríkiligt setur dám á alt í oynni.
Hjá Jómsvíkingum trína tey dansin. Siða- og mentanararvurin, sum føroyski dansurin byggir á, hevur ómissandi virði. Tað er m.a. kvæðunum fyri at takka, at okkara søga er varðveitt og ikki minst føroyska málið, sum gjøgnum kvæðini var borðið gjøgnum ættarlið á mannamunni.
Rundi dansiringurin hevur nakað óendaligt og ævigt við sær. Snaruti mátin dansiringurin skapar seg til gjøgnum dansin, vísir kanska bara, at lívið og lívslinjan ikki altíð eru so snórabein, tí lív og lagna leggja leiðina so ymiskt. Lívið er ikki ein bein linja, eins og tann vakri dansiringurin ikki er trill rundur. Og vit kunnu minna okkum á, at vit faktisk koma styttst taka vit beinu leiðina. Tað er tann snaruta og fløkta leiðin, sum samanumtikið verður tann longsta og vakrasta.
Hugsi tykkum at í Vági kanst tú síggja heimslist. Eitt heilt og fullkomið savn av listaperlum hjá Ruth Smith er her til okkum øll at uppliva. Fólk úr øllum heiminum koma higar júst fyri at uppliva savnið og listina, sum er so dygg og dýrabar, og sum víðkar okkara sjónarring so nógv longri, enn vit ímynda okkum, samstundis sum hon styttir vegin inn til sjálvt hjarta.
Og her eru eisini fólk, sum skriva, sum yrkja, mála, veva, binda og hvørji listaúttrykk annars liggja hjartanum næst. Alt úttrykk fyri at her býr mentað fólk.
Hugsi tykkum til ítróttina. Ítróttin er føroya størsta fyribyrgjandi átak umframt Føroya størsti felagsskapur. Hon er fyri øll og allar aldursbólkar. Hon gevur vinarløg og felagskap. Tap og sigrar. Hon lærir okkum, at vit mugu kempa fyri at vinna, at vit skulu halda relgur, at taka ábyrgd, at møta upp, og at vit eru avhengig av hvørjum øðrum. Svíkur ein, kann alt detta niðurfyri. Standa vit saman, kunnu vit vinna. Og tey flestu vilja vinna. Hinvegin vóru ikki nógv, sum luttóku, so var heldur ongin vinnari. Tí hava øll stóran týdning. Júst sum í lívinum.
Her hava vit svimjifelag, fótbólt, hondbólt, rennifelag, bogaskjótifelag, talvfelag, kappróður, flogbólt, motiónslið o.s.fr. Seinnu árini hava vit upplivað, hvussu bygdin blómar og lívgast av føgru ungdómunum, sum koma higar á sólskinssøguna Ítróttarháskúlan at royna seg.
Skótanir í Vági hava alla mína tíð verið karmur um virkið frítíðarlív. Skótalív er náttúrulív, og onki er stuttligari enn at vera á skótalegu. Afturat hesum tryggja skótarnir okkum ár undan ári, at tað verður hildið bæði grækarismessuhald og flagdagshald í Vági. Hesa siðvenju eiga skótarnir eina hjartans tøkk fyri at røkja. Tað styrkir um okkara samleika bæði her á staðnum og sum tjóð.
Hugsi tykkum til felagsskapir sum Reyða Kross, Undirhúsið, Kaffistovuna hjá Sævar, Bindikonurnar, Lions, Bjargingarfelagið, pensjónistafeløg og dagtilhald, kirkjuna, Frelsunarherðin, Meinigheitshúsið, Sion og Bethel, bygdasavnið og Stóra Pakkhús. Og ikki minst tiltøkini, Ljósfestin, Dansibandsfestivalurin, Damu- og harraborðhald og so mangt mangt annað.
Vágur er nýggjársbygd. Við pomp og pragt verður nýggja árið fagnað, samstundis sum vit biða gamla árinum farvæl. Nýggjársnevndin skipar á hvørjum árið fyri einum fantastiskum haldi, har vit øll vera tikin av bóli. Øll menniskju áttu í veruleikanum einaferð í lívinum at uppliva nýggjársaftan í Vági. Í øllum tí stórbara fýrverkinum og við vøkru kyndlunum verða vit tó eisini mint á menniskjans sárbæri. Tíðin rennur sum streymur í á syngja vit og minnast kanska, hvønn vit sakna, og vit vita, at vit í veruleikanum øll rekast áraleys í lítla bátinum, tí ongin kennir dagin.
Eg havi nú nevnt eina røð av tingum, sum vit hava og eru góð við. Tað liggur tað mær á hjarta at vísa á tað góða í eini tíð, har tað tykist vera lættast at vísa tað øvugta. ”Hví droymir tú heldur um fjarðskotin lond enn síggja tað vakra sum er í nánd” kundi eg við orðunum hjá Tummas Mikal Smith sagt. Og tá hugsi eg ikki bert um at síggja náttúruna, men at síggja tað vakra og góða í øllum. Tað merkir ikki, at vit ikki eisini hava stórar avbjóðingar at dragst við eins og øll onnur samfeløg, men at vit í felagsskapi loysa okkara avbjóðingar.
Eitt er hvat vit hava nú. Annað er hvat vit hava um 5 ár, 10 ár, 20 ár. Tað avhongur av okkum. Jú, vit vilja øll hava ein Suðuroyartunnil, og tað fara vit eisini at fáa, men hvussu ynskja vit, at heimbygdin og oyggin verður í framtíðini. Tað avgera vit. Onki rennur upp úr turrum. Tað, sum tekur ár at byggja upp, kann missast uppá dagar, og okkurt kann bara missast einaferð. Man fær tað ikki aftur. Tí er uppgávan at hava umsorgan fyri eldsálum og felagsskapum. At vaka yvir teimum og tí góða, júst sum vit við jóansøkuni vaka yvir ljósinum. At hava eitt sterkt lokalt felagslív við sterkum samanhaldi. At hava fólk sum droyma og hugsa stórar tankar um framtíðina. At hava fólk sum finna ljósið, tá ið alt sær myrkt út. Sum finna loysnir og túgva uppá framtíðina.
Framtíð byrjar í dag. Fortíðin er søga, hana skulu vit taka við okkum, men saman mugu vit byggja vónríka framtíð. Vit mugu hvør á sín hátt vera við til at skapa tað samfelag, sum vit og okkara ungu vilja búgva í. Ongin ger tað fyri okkum. Hvør sær megna vit tað neyvan, men saman finna vit stevið sum í dansinum.
Dreymar hava vit. Og einaferð kemur tað undan, alt tað sum verður droymt. Við einum ørindi úr einum sálmi hjá NePtuN ynski eg okkum øllum bjarta framtíð, frið og sameining, og góða jóansøku;
Signi so Guð allan gerningin her
og so tey orð, sum her ljóða,
karmur um frið og semju tú ver
háborgin fyri tí góða
Við hesum orðum er jóansøkan 2024 sett.
Takk fyri!
Facebook viðmerkingar