Í Løgtinginum í dag boðaði Henrik Old frá, at hann hevur givið Landsverki boð um, at bora til Fámjins fyrst.
Hann sigur at nú á páskum fara umboð til Landsverk til Noregs eftir boriútgerð, og síðani er ætlanin at seta á at bora til Fámjins. Hann sigur at ætlanin er at fara undir arbeiðið í summar, og tá ið árið í ár er farið, skuldi tunnilin til Fámjins verið komin hálva leið.
Henrik Old sigur, at í Øravík er longu bæði verkstað og fólk, og tað er tað ikki í Húsavík og tí er tað nógv skjótari at sleppa framat at bora til Fámjins, sigur Landsstýrismaðurin. Byrja vit nú,er koyrandi ígjøgnum Fámjinstunnilin um tvey ár, ella í 2019.
Kelda: in.fo
Facebook viðmerkingar