Sosiala Akademiútbúgvingin á Fjarlestrardeplinum í Vági

Tíðindaskriv: Fjarlestrardepilin í Vági hevur seinasta árið arbeitt við at fáa í lag fjarlestrar útbúgving innan sosial ráðgeving og sosialt arbeiði; ein útbúgving sum stórur áhugi er fyri í Føroyum. -Og í næstum verður møguleiki at søkja inn á Sosialu Akademiútbúgvingina á Fjarlestrardeplinum í Vági, ein útbúgving sum byrjar í august 2018.

Um Sosialu Akademiútbúgvingina

Tann Sosiala Akademiútbúgvingin er en hægri útbúgving, sum gevur tí lesandi eina teoretiska og praktiska vitan um og forstáilsi av sentralum sosial-fakligum evnum; og forstáilsi um týdningin, sum sosialt arbeiði hevur í samfelagsligum høpi.

Tann Sosiala Akademiútbúgvingin er ein útbúgving, har tann lesandi í útbúgvingartíðarskeiðinum fær innlit í og bakgrundsvitan m.a. um evnini:

  • sosialir trupulleikar
  • sosialt arbeiði
  • og skipan av tí sosiala innsatsinum.

 

Útbúgvingin, sum tekur 3 ár, fevnir um 5 modulir og eina endaliga verkætlan. Útbúgvingin er skipað sum fjarlestrarútbúgving við 1-2 undirvísingardøgum um mánaðin og hvørt modul endar við einari próvtøku.

Sum framhald av teirri Sosialu Akademiútbúgvingini kunnu lesandi taka Sosialu Diplomútbúgvingina, sum er ein hægri útbúgving í framhald av Sosialu Akademiútbúgvingini.

 

Lestarformur

Útbúgvingin er ein fjarlestrarútbúgving, har undirvíst verður 1-2 ferðir um mánaðin og lesandi kunnu fylgja undirvísingini á Fjarlestrardeplinum í Vági, á netinum heima, á arbeiðsplássinum ella á deplum kring landið, sum bjóða seg fram at hýsa fjarlesandi.

Hvørt modul byrjar tó við felags undirvísing á Fjarlestrardeplinum í Vági fyrstu ferð tórsdagin 30. august 2018.

 

Upptøkutreytir

Umsøkjarar skulu hava nomið eina relevanta yrkisútbúgving ella miðnámsútbúgving, umframt at umsøkjarar skulu hava í minsta lagi 2 ára yrkisroyndir, sum skulu verða relevantar (tvs. har tey í teirra arbeiði hava havt við menniskju at gera (metingar verður í einstøku førunum gjørdar av hesum)).

 

Byrjar í august 2018

Tann Sosiala Akademiútbúgvingin byrjar í august 2018 og verður fyrsti skúladagur á Fjarlestrardeplinum í Vági tórsdagin 30. august 2018 kl. 13.00.

 

Tilmelding og kostnaður

Útbúgvingin verður bjóðað út í samstarvi við professiónsháskúlan Absalon í Danmark. Tilmelding fer fram á heimasíðuni: https://phabsalon.dk/index.php?id=11717

Lesandi melda til eitt modul í senn. Fyrsta modulið byrjar tórsdagin 30. august 2018, tá møtt verður á Fjarlestrardeplinum í Vági. Hetta fyrsta modulið hevur tilsamans 8 undirvísingardagar umframt eina skrivliga próvtøku.

Hvørt modul kostar 10.900 kr., sum verður goldið við tilmelding.

 

Annað

Í mun til sosialráðgevaraútbúgvingina, sum er ein fulltíðarútbúgving har tann lesandi eisini skal í praktikk í 5 mánaðir, so er tann Sosiala Akademiútbúgvingin ein parttíðar útbúgving, har tey lesandi kunnu arbeiða meðan tey eru undir útbúgving.

Eins og sosialráðgevaraútbúgvingin er tann Sosiala Akademiútbúgvingin ein hægri útbúgving, sum tó setur krøv til at tey lesandi hava relevantar yrksiroyndir, tvs. har tey í teirra arbeiði hava havt við menniskju at gera (metingar verður í einstøku førunum gjørdar av hesum).

Akademiútbúgvingin gevur ikki rætt til lestrarstuðul.

 

Fjarlestrardepilin
Tlf. 239340
www.fjarlestur.fo
Email: info@fjarlestur.fo

Facebook viðmerkingar