Magni Christiansen í Vágs kirkju fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið kl. 21.00 verður konsert í Vágs kirkju, við kenda sangaranum og tónleikaranum Magna Christiansen.

 

Magni Christiansen vitjaði í Vági fyri 10árum síðani, tá ið Vágs Kommuna helt stórt føðingardagstiltak og minniast fólk enn tað sera góðu konsertina.
 
Í sambandið við at Magni nú er ígongd við fyrireikingar til nýggja fløgu útgávu, so kemur hann til Vágs at hava ein konsert, og har áhoyrðarnir hava møguleika at lata eina gávu, ið fer til at fíggja nýggju útgávuna. 
 
Um konsertina sigur Magni sjálvur: Tað verða sangir frá fyrstu, “Her glaður eg ferðist” fløguni, umframt sangir ið koma á nýggju útgávuni, ið fær heiti: Hjá Jesusi fann eg tann friðin. So tað verða nakrir gamlir sangir í nýggjum búna og so eisini nýggir sangir. 
 
Konsertin verður fríggjakvøldið 23. mars kl. 21.00 og aftaná verður ein kaffimuður at fáa. 

Facebook viðmerkingar