Søkt verður eftir húsavørði við tekniskum førleikum til húsavarðartænastuna hjá Vágs Kommunu. Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Okur leita eftur einum húsavørði, sum hevur viðkomandi starvsroyndir og útbúgving sum maskinmeistari, maskinist ella handverkari.
Arbeiðsuppgávur:
Húsavørðurin kemur at hava umsjón við vatnverkunum og øllum tekniskum skipanum í ogninumum hjá Vágs Kommunu. Uppgávurnar eru sera fjølbroytar og kemur húsavørðurin hartil eisini at røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar. Húsavørðurin fær ábyrgd av øllum tekniskum skipanum í bygningunum og verður ein av uppgávunum at menna og effektivisera hesar skipanir. Til tíðir kann væntast, at húsavørðurin kemur, at hjálpa til á øðrum deildum á tí tekniska økinum.
Førleikar:
Okur ímynda okum, at rætti umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving sum maskinmeistari, maskinist ella handverkari. Tað hevur týdning at tú hevur áhuga fyri at røkja tekniskar skipanir, og at umsøkjarin dugur at arbeiða sjálvstøðugt, er fyrikomandi og duga væl at samstarva við bæði starvsfólk og brúkarar av okkara bygningum.
Tað er umráðandi at umsøkjarin dugir væl at loysa tekniskar trupulleikar og hevur gott handalag.
Setanarviðurskifti:
Starvið er fultíðarstarv við starvsbyrjan skjótast gjørligt.
Húsavørðurin verður partur av húsavarðartænastuni, ið vísir til teknisku deild.
Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast umvegis her.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup Olsen, tekniskan leiðara, á telefon 239302 ella við telduposti til jakup@vagur.fo.
Umsøkjarin má tola ávísar broytingar í starvinum og í starvssetanini.
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta.
Barnaváttan, sambært barnaváttanarlógini §4, skulu fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknirnar skulu verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi 10. juli 2024 kl. 12.00.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar