Eitt væleydnað Bygma Sunnasta 1/2 Marathon

Í góðveðrinum leygardagin var árliga 1/2 marathon í Suðuroynni – Bygma Sunnasta 1/2 Marathon.

Umleið 100 luttakarar løgdu leiðina úr Porkeri, inn til Vágs, út á Akrar og aftur til Vágs. Nøkur runnu ella gingu 21,1 km og onnur fóru 10 km.

Hvistan takkar luttakarum, stuðlum, hjálparfólki í bilum, við vatnpostar, á Eiðinum, øll sum hava gjørt salat og køkur, tíðtakarar, myndafólk og annars øll, sum vóru við til at gera dagin so væleydnaðan.

Fleiri myndir eru her.

Facebook viðmerkingar