
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 17. juni 2024 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri økið hesi øki, ið kann lesast meira um her:
Broytingarnir fevna um hesar:
Broyting frá havna- og vinnuøki til bústaðarøki
Broyting frá øki til alment endamál til bústaðarøki
Broytingar frá bústaðarøki tik neystaøki
Broytingar frá frílendi til summarhúsøki
Broytingar frá frílendi til bústaðarøki
Broyting frá landsbúnaðarjørð til summarhúsøki
Broyting frá havna- og vinnuøki til neystaøki
Broyting í ásetingunum fyri neystaøki
Broyting í ásetingum fyri summarhúsøki
Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Vági í upplatingartíðini í tíðarskeiðinum frá 12. juli 2024 til 2. august 2024. og á heimasíðuni www.vagur.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 23. august 2024.
Vágs Kommuna
Facebook viðmerkingar