Valdi útbúgving eftir hvørjir arbeiðsmøguleikar eru í Suðuroynni

Suðuroyar Sjúkrahús: Í síðstu viku byrjaði Eir Kilgour í summarstarvi sum hjálparfólk á røntgendeildini hjá okkum.

Eir er radiograflesandi á Københavns Professionshøjskole og er júst liðug við 1. árið.

Spurd, hvussu henni dámar á røntgendeildini, svarar Eir, at henni dámar væl. Starvsfólkini eru fitt og hava eitt gott samanhald. Arbeiðsbyrðan er øðrvísi á Gentofte Hospital, har hon júst hevur verið í starvsvenjing í 11 vikur.

Eir greiðir frá, at hon valdi sær útbúgving eftir, hvørjir arbeiðsmøguleikar eru í Suðuroynni, og ætlar hon sær at flyta heim aftur, tá hon er liðug at lesa og hevur fingið sær arbeiðsroyndir í Danmark í 1-2 ár.

Eir verður í starvi á hjá okkum í 4 vikur. Vit ynskja henni bestu eydnu í starvinum og takka fyri, at hon valdi okkum til sítt summarstarv.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru vit altíð fús at taka ímóti lesandi, ið ynskja at fáa innlit í virksemið á ávísari deild ella á sjúkrahúsinum sum heild. Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jónleyg J. Bech, HR-starvsfólk á tlf. 34 33 33 ella teldupost jonje@sssh.fo.

Facebook viðmerkingar