Nú er skotið ígjøgnum til Fámjins

Mynd: Mathias DImon Næs / KVF

Tíðliga seinnapartin varð seinasta skotið latið av í Fámjinstunlinum.

Tiltakið byrjaði við góðum tónum frá Tvøroyrar Hornorkestri, áðrenn Sigurð Ó. Vang frá Landsverki bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð. Síðani flutti Dennis Holm, landsstýrismaður við Samferðslumálum fram røðu. Síðani bóru Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu, og Sigtór A. Petersen, stjóri í J & K Petersen, fram heilsan, áðrenn seinasta skotið varð latið av. Tað var 89 ár gamli Svend Joensen, sum er elsti maður í Fámjin, sum slapp at trýsta á knøttin skjóta seinasta skotið í Fámjinstunlinum.

Facebook viðmerkingar