Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur lýst kunngerð um broytingar í makrelkunngerðini.
Í kunngerðini eru tvær høvuðsbroytingar.
Onnur er, at kvotutølini verða dagførd, nú endaliga føroyska makrelkvotan í 2024 upp á 98.708 tons er ásett. Kvotutølini hava higartil verið fyribils.
Hin broytingin eru ásetingar um at skipa atgongdina hjá føroyskum skipum at fiska makrel í bretskum sjógvi og norskum sjógvi í 2024.
Avtalað er við Bretland og Noreg, at vit kunnu fiska ein part av okkara makrelkvotu inni hjá teimum.
Eftir avtaluni við Noreg kunnu í mesta lagi 12 føroysk skip royna eftir makreli í norskum sjógvi í senn.
Tí skulu skip, sum ætlað sær í norskan sjógv at fiska makrel, í seinasta lagi 31. juli 2024, kl. 12.00 søkja Vørn um loyvi. Eru fleiri enn 12 skip, sum søkja, verður lutakast millum innkomnu umsóknirnar um raðfylgjuna at sleppa í norskan sjógv.
Kunngerðin sæst á www.kunngerdaportalur.fo.
Facebook viðmerkingar