Nógvur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa ADHD felagið til Suðuroyar. Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á ADHD í nærumhvørvinum. Og tí koma vit nú til Suðuroynna!
Vit bjóða øllum áhugaðum til eina ADHD kafé í SALT sunnudagin 2. august kl. 14:00
Á skránni verður prát, skemt og álvara. Evnið verður sjálvhjálparbólkar, har møguleiki verður at melda seg til bólk í Suðuroy.
Endamálið við ADHD kaféini er at fáa samband við fólk, sum eru áhugað í at vera sjálvboðin í ADHD felagnum í Suðuroy. Vit ynskja at fáa ADHD meira sjónligt í Suðuroy og ynskja tí at finna fólk, sum kunnu standa fyri 6-10 ADHD kaféum um árið.
Tað hevur stóran týdning fyri okkum at hava tilboð til limir í nærumhvørvinum, og vit vóna tí at fáa sjálvboðin, sum kunnu hjálpa okkum at fáa limakaféir, bólkar og onnur tiltøk upp at koyra í Suðuroynni eisini.
ADHD kaféirnar plaga at vera væl vitjaðar, og tað er altíð stuttligt og gevandi at møta øðrum við ADHD ella avvarðandi.
So minst til at seta kross í kalendaran tann 4.august 2024, kl. 14:00. Vit vóna at síggja nógv fólk.
Tiltakið er í samstarvi við Tvøroyrar kommunu.
Facebook viðmerkingar