Í grannalondum okkara eru smittutølini fyri koronu vaksandi. Heilsustýrið heldur eyga við gongdini í Føroyum, bæði við smittutølum fyri koronu og fyri aðrar umfarssjúkur. Hetta verður gjørt fyri, at sjúkrahúsverkið skal kunna leggja sítt virksemi til rættis.
Í Føroyum eru ikki staðfestir tilburðir av koronu síðstu tvær vikurnar. Tað vísa tøl frá Rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum, sum javnan sendir fráboðanir til Heilsustýrið. Smittutølini fyri aðrar umfarssjúkur sum kikhosta og influensu A+B eru eisini heilt í botni.
Hesi tølini skulu tó takast við fyrivarni, og nógv fólk siga seg hava havt koronu síðstu tíðina. Tað hava tey staðfest við eini sonevndari heimatest. Fyri at fáa eina hóming av smittustøðuni, heitir Heilsustýrið á fólk um at senda eina fráboðan til hst@hst.fo, um tey hava staðfest koronusmittu við eini heimatest. Í fráboðanini skulu hesar upplýsingar vera:
- Navn
- Bústaður
- Telefonnr.
- Føðingardagur
- Dagfesting fyri staðfesta koronusmittu
- Viðmerk: Korona
Heilsustýrið
Facebook viðmerkingar