Myndina tók Bjartur V. Joensen
Eftir summarsteðg í ein mánað er 17. umfar í 1. deild á skránni leygardagin (B71 og AB spældu tó á Ólavsøku), og við hesum byrjar eisini endaspurturin í 1. deild í kappingini um at vinna eitt av uppflytingarplássunum, sum geva atgongd til Betrideildina.
Í 1. deild eru tað 5 av teimum 10 liðunum, sum kunnu flyta upp í Betrideildina. Tey eru: FC Suðuroy, AB, TB, B71 og FC Hoyvík. Eftir 16 umfør eru tað FC Suðuroy (nr. 2 við 30 stigum) og AB (nr. 4 við 27 stigum, men 17 dystum), sum eru á uppflytingarplássunum.
Nógv stig eru tó enn at spæla um, 11 umfør og 33 stig, so onki er avgjørt enn.
Í 17. umfari tekur FC Suðuroy ímóti KÍ á Eiðinum í Vági, meðan TB skal til Havnar, har oddaliðið B36 tekur ímóti. Seinast FC Suðuroy spældi ímóti KÍ, tað var 11. mai í Klaksvík, endaði dysturin 2-2. Vikuna áðrenn spældi TB ímóti B36 í Havn og tann dysturin endaði eisini javnleikur 2-2.
Facebook viðmerkingar