Í vikuskiftinum er 18. umfar í 1. deild á skrá. TB tekur á heimavølli ímóti B36, og er hetta ein endurtøka av dystinum í farnu viku, sum tó var í Havn. Tann dysturin endaði við javnleiki 0-0.
FC Suðuroy skal til Havnar, har HB tekur ímóti í Gundadali. Hóast HB er niðast í 1. deild, so góvu teir FC Suðuroy skarpan gang i dystinum 3. juli, sum FC Suðuroy vann 6-4.
Dysturin TB-B36 við Stórá sunnudagin byrjar kl. 15, meðan dysturin HB-FC Suðuroy í Gundadali leygardagin byrjar kl. 13.
Støðan í 1. deild
Facebook viðmerkingar