Tá yvirskriftin ikki sipar heilt til innihaldið í samrøðuni í KVF 13. august 2024, má ein lítil rættleiðing til.
Tað hevur ongantíð verið ætlanin at “avtaka makrelstuðulskvoturnar”, men hinvegin at áseta brúksskyldu fyri allan føroyskan fiskiskap (tó undantikið fyri útróðrarbátar undir 15 tons) – eisini fyri fiskiskapin eftir makrelfiskiskapin.
Hví brúksskyldu?
Jú, tí atgongdin at gagnnýta fiskiveiðirættindini er avmarkað. Nøkur fá skip og reiðarí hava fingið framíhjárætt at troyta ogn Føroya fólks í eitt avmarkað tíðarskeið. Við hesum framíhjárættinum eigur sjálvandi eisini at fylgja ein skylda at brúka rættindini. Og verða rættindini ikki brúkt, so eiga tey falla aftur til landið.
Júst hendan brúksskyldan er nú galdandi, eftir at broyting í Sjófeingislógini varð løgd fyri Løgtingið í fjørheyst og samtykt í desember
MEN eitt undantak er í lógini, og tað er fyri makrel-fiskiskapin.
Varð brúksskylda løgd á makrelfiskiskapin hevði tað ført við sær, at sokallaði makrel-stuðulin til heimaflotan eisini hevði verið fevndur av brúksskylduni.
Størsti parturin av heimaflotanum fiskar ikki sjálvur makrel, men selur makrelkvoturnar ár um ár. Hetta er ein skipan, sum kom fyri 10-12 árum síðani, sum varð ætlað sum stuðul til heimaflotan, sum var (og lutvíst framvegis er) illa fyri.
Brúksskylda á makrelfiskiskapin hevði ført við sær, at heimaflotin hevði verið noyddur at selja sínar makrelkvotur endaliga (ella lata tær innaftur til landið). Ein endalig søla verður sum kunnugt skattað við ásetingunum um serskatt á sølu av veiðirættindum. Og tá samgongan ikki varð samd um at “makrel-stuðulin” skuldi serskattast, so varð semja gjørd um, at serskattalógin skuldi tillagast áðrenn brúksskylda varð løgd á makrel-fiskiskapin.
Aftur til yvirskriftina hjá KVF. Eg havi ongantíð sagt, at eg ætli at avtaka makrelstuðulskvoturnar – tað er beinleiðis skeivt. Eg havi sagt, at brúksskylda eigur at verða á øllum veiðirættindum – og hendan brúksskyldan kom í fjør, undantikið brúksskylduni er tó (enn) makrelfiskiskapurin.
Dennis Holm, landsstýrismaður
Facebook viðmerkingar