Eftir 19 umfør er tað sera javnt í toppinum í 1. deild.
FC Suðuroy er á odda við 37 stigum. B36 er nr. 2 og hevur sama stigatal, sum FC Suðuroy, men FC Suðuroy hevur betri málmun. Nr. 3 er Víkingur við 35 stigum.
Hvør flytur upp?
Nú farið verður inn í endaspurtin í kappingini, so er eisini stórur spenningur um uppflytingina til Betrideildina. Sambært Kappingarreglunum hjá FSF §7, so kunnu tvey lið flyta úr 1. deild upp í Betrideildina, men har eru ávísar treytir við.
Fremsta liðið í 1. deild flytir upp í Betrideildina, treytað av, at liðið ikki frammanundan hevur lið í Betrideildini. Somu viðurskiftið eru galdandi fyri lið, sum enda nr. 2 og nr. 3. Lið frá nr. 4 til nr. 8 í 1. deild, sum frammanundan ikki hava lið í Betrideildini, verður spælt ímóti nr. 9 í Betrideildini um uppflyting.
Um kappingin t.d. var liðug nú, so hevði tað merkt, at FC Suðuroy hevði flutt upp í Betrideildina, meðan AB, sum nr. 4, hevði skula spælt ímóti nr. 9 í Betrideildini um uppflyting.
Facebook viðmerkingar