Væl umtóktu Eldraleikirnir verða endurtiknir tann 29. august 2024 í Marghøllini í Vági. Hetta verður ein stuttligur, øðrvísi dagur, har vit kappast í liðum í ymiskum avbjóðingum. Vit kappast millum annað í at sláa seym, minnast ting, kasta og raka. Málið við degnum er fyrst og fremst, at vit skulu hava tað stuttligt.
Tú skalt ikki halda teg aftur, hóast tú møguliga ikki fært luttikið beinleiðis í øllum avbjóðingunum: Til tær flestu avbjóðingarnar skulu nøkur umboð úr liðunum luttaka, ímeðan restin “heppar”.
Skráin fyri dagin er hendan:
- 8.45: Smyril siglir úr Havn
- 10.45: Bussar koyra til Marghøllina
- 11.30: Vit bjóða vælkomin, greiða frá degnum og hita upp
- 12-13.30: Postarnir verða avgreiddir
- 13.45: Ábit
- 14: Vit finna vinnararnar, fáa medalju og takka fyri dagin
- 14.30-16: Páls høll er opin, og vit kunnu fara í brús, svimja, fara í hitapottar og tílíkt
- 16.30: Bussar koyra aftur til Smyril
- 17.30: Smyril siglir av Krambatanga
Vit hava bara pláss fyri 150 luttakarum, so tekna teg til dagin, ímeðan vit enn hava pláss.
Tú teknar teg til Eldraleikir við at senda ein teldupost til baram(at)bhs.fo við tínum navni, bústaði og telefonnnummari innan freistina 26. august 2024. Vit gera liðini, men um tú veitst onkran, sum tú fegin vilt sleppa á lið saman við, kanst tú viðmerkja tað í teldupostinum.
Tú frættir aftur frá okkum, tá ið tú hevur teknað teg.
Kostnaðurin er 200 krónur – alt íroknað uttan ferðaseðilin við Smyrli.
Facebook viðmerkingar