Andreas Spaeth, international aviation journalist took this photo while flying across the North Atlantic ocean
Gongdin í fólkatalinum í Føroyum er ein framhaldandi vøkstur í fólkatalinum. Í tíðarskeiðinum frá 1. Juli 2023 til 1. Juli 2024 er fólkatalið vaksið við 333 fólkum, frá 54.482 upp í 54.815 fólk, ein vøkstur á 0,6%.
Men gongdin er ymisk í teimum ymisku sýslunum.
Seinastu nógvu árini hevur gongdin í Suðuroynni og í Sandoynni verið sambærilig. Frá stórari niðurgongd í árunum eftir kreppuna fyrst í 1990árunum. Til støðuga gongd við lítlum vøkstri. Síðani aftur niðurgongd.
Men í Sandoynni er tann gongdin broytt seinasta árið. Frá 1. Juli 2023 til 1. Juli 2024 vaks fólkatalið í Sandoyar sýslu (Sandoy, Skúvoy og Stóru Dímun) við 2,1% og er hetta væl størri vøkstur enn í landinum sum heild og eisini størri vøkstur enn í nakrari aðrari sýslu.
Broytta gongdin í fólkatalinum í Sandoynni er uttan iva orsaka av, at tað nú er fast samband um Skopunarfjørð gjøgnum Sandoyartunnilin.
Í Suðuroynni minkaði fólkatalið hinvegin í sama tíðarskeiðið við 1,1%. Fólkatalið í Suðuroynni fór úr 4.618 fólkum 1. Juli 2023 niður í 4.569 fólk 1. Juli 2024.
Fólkatalið minkaði í øllum kommunum í oynni uttan Hovs og Sumbiar kommunu, har fólkatalið vaks, og fólkatalið stóð í stað í Tvøroyrar kommunu.
Facebook viðmerkingar