164.580 ferðafólk við Smyrli fyrstu 7 mánaðirnar í ár


Fyrstu sjey mánaðirnar í 2024 ferðastu 164.580 fólk við Smyrli og vórðu 67.304 akfør flutt við Smyrli um Suðuroyarfjørð í sama tíðarskeiði.

Samanborið við fyrstu sjey mánaðirnar í 2023, so er talan um ein vøkstur í ferðafólkatalinum á 6.920 fólk ella 4,4%. Í 2023 ferðastu 157.660 fólk við Smyrli frá januar til og við juli.

Talið av akførum við Smyrli var fyrstu sjey mánaðirnar í ár 5.153 hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Talan er um ein vøkstur á 8,3%. Fyrstu sjey mánaðirnar í 2023 vórðu 62.151 flutt um Suðuroyarfjørð við Smyrli.

Facebook viðmerkingar