Toppdystur á Eiðinum fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið 30. august verður toppdystur í 1. deild hjá monnum á Eiðinum í Vági.

FC Suðuroy, sum er oddalið í 1. deild, tekur ímóti Víkingi, sum er nr. 2 í 1. deild. FC Suðuroy hevur 38 stig og Víkingur hevur 37 stig, so talan er um ein rættiligan oddadyst í tætta toppstríðnum í 1. deild, har B36 er nr. 3 við 37 stigum.

Dysturin á Eiðinum byrjar kl. 18.

Facebook viðmerkingar