Høpisleysar atfinningar


Í Maskinmeistarafelagnum undrast tey yvir uppáhaldini hjá KAF-formanninum í miðlunum. Leiðslurætturin verður ikki skerdur av, at vit skipa virðurskiftini á sáttmálaøkinum, sigur formaðurin, sum stendur við tað, hann hevur sagt um, at sáttmálabrot verða framd í verandi støðu

Tað er mær ein gáta, at formaðurin í KAF, sum mær vitandi bara hevur verið til staðar á einum semingsfundi, nú er farin at skjóta við skørpum í miðlunum og ákærir Maskinmeistarafelagið fyri ikki at vilja finna semju um nýggjan sáttmála. Tað var longu tíðliga í samráðingargongdini, at vit sleptu meginpartinum av upprunakrøvunum fyri ikki at grugga samráðingarnar við einum langum kravlista, og hugsavnaðu okkum um arbeiðstíðarreglur. Og síðan hava vit eisini slakað í tí kravinum. Men samráðingarfólkini hjá KAF hava at síggja til havt eina bundna uppgávu, og tað er at seta seg við samráðingarborðið at siga nei.Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, KAF, gevur ilt av sær í miðlunum eftir miseydnaðu semingsroyndina og tær niðurstøður, sum formaðurin í Maskinmeistarafelagnum hevur gjørt sær í tí sambandi.
Ósannindi
Sambært Arnfinni Bech vendir KAF-formaðurin øllum á høvdið, tá hann í lesarabrævi ákærir Maskinmeistarafelagið fyri vantandi vilja til semju.

Altso, tað er beinleiðis ósatt, tá hann skrivar, at KAF undir semingsroyndini hevur gingið fleiri av okkara ynskjum á møti, og at vit áhaldandi eru komin við nýggjum krøvum. Vit hava runt roknað bara havt eitt krav, og tað er at fáa arbeiðstíðsreglur ásettar í sáttmálanum, og vit eru ikki komin við nýggjum krøvum. Tvørturímóti, so hava vit undir semingsroyndini í stóran mun smalkað hetta kravið í mun til tað, sum vit løgdu út við.

Men KAF vil ikki vita av arbeiðstíðsreglum, og tað viðgongur KAF-formaðurin eisini í samrøðu í útvarpstíðindunum mikukvøldið 4. september, har hann púra rætt sigur, at tey ikki hava viljað havt arbeiðstíðarreglur við í sáttmálan, og at júst tann spurningurin hevur fylt nógv í samráðingunum. At hann so kortini pástendur, at KAF viðurkennir partar av okkara ynskjum og hevur gingið fleiri teirra á møti, vísir bara, at hann ikki veit, hvat er gingið fyri seg undir samráðingunum og semingsroyndini, tí KAF hevur á ongan hátt gingið okkara ynskjum á møti.

Áðrenn farið var undir sjálva semingsroyndina, høvdu vit tveir fundir í einum arbeiðsbólki, sum eftir kravi frá semingsmanninum var settur at taka sær av arbeiðstíðarreglunum. Samráðingarleiðarin hjá KAF var ikki við á hesum fundunum, og á tí seinna fundinum hildu vit veruliga, at vit høvdu eina semju. Men tá samráðingarleiðarin hjá KAF so kom aftur og bleiv partur av semingsroyndini, bleiv alt vent á høvdið og spolað aftur, og tað var støðan, tá semingsmaðurin týsdagin kastaði handklæðið í ringin, sigur Arnfinn Bech.
Leiðslurætturin fær frið
Bæði í lesarabrævinum og í útvarpssamrøðuni brúkar Per Martin Gregersen leiðslurættin sum grundgeving fyri, at KAF ikki vil hava reglur um arbeiðstíð í sáttmálan. Hann rør beinleiðis fram undir, at Maskinmeistarafelagið ynskir hesar reglurnar, tí felagið vil hava størri vald á arbeiðsplássinum.
Eisini hetta er høpisleyst, heldur Arnfinn Bech.

Um arbeiðstíðarreglur gera seg inn á leiðslurættin, so stendur sanniliga illa til í londunum rundan um okkum, tí har verða arbeiðstíðarreglur roknaðar fyri at vera ein alneyðugur partur av sjálvum sáttmálagrundarlagnum og eru tað eisini. Sjálvandi verður leiðslurætturin ikki skerdur av, at vit skipa viðurskiftini á sáttmálaøkinum – hinvegin letur fráveran av arbeiðstíðarreglum upp fyri, at arbeiðsgevarin kann manirera og hoyggja við arbeiðstíðini og frítíðini hjá starvsfólkunum, akkurát sum honum lystir, og tað er júst tað, sum hendir, sigur hann.
Øll draga eina línu
Arnfinn Bech er ikki einsamallur við sjónarmiðunum, sjálvt um KAF-formaðurin í sínum lesarabrævi letst halda, at tað bara er hann, sum ynskir at fáa meira skipað viðurskifti og arbeiðstíðsreglur. Nevnd og samráðingartoymi hava drigið eina línu í allari samráðingargongdini, semingsroyndin íroknað. Á kunnandi fundum í gjár og mikudagin fingu tey eisini fullan stuðul frá maskinmeistarunum hjá SEV og IRF, sum møttu upp, og tað gjørdu teir flestu.
Magni G. Joensen, nevndarlimur í Maskinmeistarafelagnum, leggur dent á, at nevndin hevur verið púra samd um at fara heilhjartað eftir arbeiðstíðarreglunum í samráðingunum um nýggjan sáttmála við KAF. Hann hevur serliga lagt til merkis, at formaðurin í KAF vísir uppáhaldinum um sáttmálabrot aftur við tí grundgeving, at talan er um siðvenjur, ið eru bygdar upp eftir nógvum árum.
(Sí videobrot við Magna G. Joensen: https://youtu.be/-__MHmI-m60)
Ákærur standa við
Í lesarabrævinum skrivar KAF-formaðurin millum annað soleiðis um verandi praksis:
“Tær skipanir, sum starvsfólkini arbeiða eftir í dag, eru í tráð við sáttmálan, sum undfarnir formenn í Maskinmeistarafelagnum í fleiri umførum hava góðkent við endurnýggjan av sáttmálunum”.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum veit ikki rættiliga, hvat Per Martin Gregersen við hesi útsøgnini roynir at argumentera fyri.

Lat okkum leypa smidliga upp um, at tað ikki er formaðurin – hvørki eg ella mínir undanmenn – sum einsamallir hava mandat til at góðkenna mannagongdir og skipanir, ið røkka inn í ein sáttmála, tíansheldur til at endurnýggja nakran sáttmála. Undir øllum umstøðum eiga vit beinanvegin at steðga einari siðvenju, tá vit kunnu staðfesta, at hon stríðir ímóti sáttmálanum og harafturat ikki gagnar okkara limum. Eg standi eisini við tað, eg áður havi sagt – at sáttmálabrot verða framd í verandi støðu. Tað vænti eg avgjørt eisini, at tann kanning, vit nú hava sett í verk hesum viðvíkjandi, fer at vísa, sigur Arnfinn Bech.
Lítið virðiligt
Hann heldur tað eisini vera lítið virðiligt, at KAF-formaðurin í lesarabrævinum gevur Maskinmeistarafelagnum skyldina fyri, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri SEV og IRF komu so nógv í drag, sum tær gjørdu. Sáttmálaskeiðið endaði 1. oktober 2022, Per Martin Gregersen skrivar, at KAF fleiri ferðir í fjør royndi at fáa Maskinmeistarafelagið til samráðingarborðið, men at hetta ikki eydnaðist fyrr enn í februar í ár.

– Hvat hatta skal vera gott fyri, veit eg ikki, men adressan er skeiv, tí tey flestu munnu vita, at vit øll fyrst bíðaðu eftir, at ein nýggj stjórn bleiv skipað eftir valið í desember 2022, tí KAF kann jú ikki avgreiða nakra samráðing, uttan at ein fíggjarmálaráðharri er at góðkenna úrslitið. Uppaftur fleiri vita, hvat hendi, tá samráðingarrøðin um almennu sáttmálarnar endiliga fór í gongd. Vit vóru niðarlaga í røðini, og alt byrjaði við einum stórum proppi, tí samráðingarnar við sjúkrarøktarfrøðingarnar strandaðu og endaðu við einum drúgvum verkfalli. Tað var í fullari semju við KAF, at samráðingarnar um SEV-IRF- sáttmálan ikki fóru í gongd fyrr enn væl eftir nýggjár, sigur Arnfinn Bech.

(MYND: Arnfinn greiðir frá á kunnandi fundi)

  • Sjálvandi verður leiðslurætturin ikki skerdur av, at vit skipa viðurskiftini á sáttmálaøkinum – hinvegin letur fráveran av arbeiðstíðarreglum upp fyri, at arbeiðsgevarin kann manirera og hoyggja við arbeiðstíðini og frítíðini hjá starvsfólkunum, akkurát sum honum lystir, og tað er júst tað, sum hendir, sigur Arnfinn Bech.
    (MYND: Arnfinn, Magni, Hallur, Bjarni og Anita)
    Myndin er frá fjórða samráðingarfundinum, sum var 2. juni. Tá hevði samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum framvegis góðar vónir um, at partarnir sjálvir fóru at røkka eini semju. Vinstrumegin borðið eru tað Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Magni G. Joensen, nevndarlimur, og Hallur Andreassen, felagsálitisfólk hjá maskinmeistarunum hjá SEV á Sundi. Høgrumegin eru tað Bjarni Mortensen, fulltrúi hjá KAF, og Anita Fuglø, samráðingarleiðari hjá KAF

Facebook viðmerkingar