Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram, sum skal byrgja fyri, at skattatrýstið fer at vaksa av sær sjálvum, eins og undanfarnu árini. Soleiðis tryggja vit, at fólk ikki verða skattaði alt ov hart, eins og vit uppliva nú.
Seinastu árini hevur føroyski búskapurin havt stóra framgongd. Hetta hevur ávirkað nógv, eitt nú stóran lønar- og prísvøkstur í Føroyum. Serliga er tað prísvøksturin tvey tey seinastu árini, sum hevur gjørt fíggjarstøðuna hjá mongum ringa.
Vit hava nú eisini sæð, at lønirnar á arbeiðsmarknaðinum eru hækkaðar. Tað í sær sjálvum er gott fyri borgaran, men tað kann hava óhepnar avleiðingar við sær. Tí verður skattastigin ikki broyttur samsvarandi við lønarvøkstrinum, so elvir tað til, at borgarar fáa størri skattatrýst. Tí hetta uppskot.
Landsskattastigin hevur inntil í ár verið óbroyttir síðani 2016. Hetta hevur elvt til, at størri partur av lønini so líðandi er lyftur upp á hægri skattastig, og at borgarar eru vorðnir skattaðir alsamt harðari.
Vit í Fólkaflokkinum hava tí lagt uppskot fram um broyting um áseting av skatti, sum skal byrgja fyri hesum. Ein broyting, sum ger at løntakarin í góðari tíð frammanundan kennir skattligu fortreytirnar fyri komandi árið, og harafturat ger skattastigan meira einfaldan.
Uppskotið snýr seg, at mørkini í landsskattastiganum fyri komandi ár verða javnaði við prosentvísa vøksturin í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum.
Hetta skal skipast soleiðis, at landsstýrisfólkið leggur uppskot fram um javning av skattastiganum fyri 8. mars á hvørjum ári. Uppskotið skal leggjast fram tíðliga á árinum, sum ger, at borgarin í góðari tíð frammanundan kenna skattligu fortreytirnar fyri komandi árið.
Ætlanin er, at skipanin fær virknað fyri skattaárið 2026 og frameftir.
Henda skipan fer at byrgja fyri, at skattatrýstið fer at vaksa av sær sjálvum, eins og undanfarnu árini, har politiska skipanin hevur latið standa til heldur enn at tillaga skattastigan samsvarandi lønarvøkstrinum.
Facebook viðmerkingar