Fríggjadagin skipar bátafelagið Noddoddur á Tvøroyri fyri almennum minningarhaldi fyri Karlu Dana, sum fórst við Naddoddi, sum silgdi úr Føroyum til Noreg. Seksæringurin fórst út fyri norsku strondina 27. august.
Karla Dana var úr Meksiko, men var búsitandi í Orlando, Florida í USA. Karla Dana gjørdist 29 ára gomul.
Minningarhaldið verður í Naddoddaneystinum fríggjadagin 20. september klokkan 17.
Facebook viðmerkingar