Tvær ungar vágsdamur við til ungdómsráðstevnuna GenBar 2024 í Bodø í Noregi

Vágs kommuna: Frá 16. -22. septembur hava 5 ung úr Føroyum – saman við øðrun ungum úr Norðuratlantshavi – luttikið í ungdómsráðstevnuni Generation North Atlantic, sum NORA skipar fyri. Við í ferðalagnum vóru tvær ungar damur úr Vági, Marna Lý Dagfinsdóttir Suðuroy og Elsebeth Magnussen.

Hetta hevur verið ein spennandi og avbjóðandi ferð hjá teimun ungu. Tey hava m.a verið í Bodø og Lofoten, har tey hava vitjað nógv spennandi støð. Tey hava verið til viðkomandi og áhugaverdar framløgur, og arbeitt í bólkum. Umframt hetta hava tey fingið nógvar ógloymandi upplivingar í skjáttuna við heim aftur, og eisini lært at netverka við øðrum ungum.

Endamálið við ungdómsráðstevnuni er at læra at arbeiða saman, og at virka fyri at ungdómur trívist í norður- og útjaðaraøkjum. Har eru eitt nú evni um fráflyting, væntandi bústaðir, útbúgvingar og arbeiði sera viðkomandi fyri ungdómin.

Áhugaverd var t.d. vitjanin á Trevarefabrikken í Henningsvær, sum er ein gomul fabrikk, sum ungfólk keyptu, og sum nú er cafe, gistingarhús, kulturhús og mangt annað, við 40 starvsfólkum. Eitt dømi um hvussu langt ein kann koma við at hugsa kreativt, og brúka tær kreftir, sum eru á staðnum

Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá okkara ungu, sum ynskja at læra at loysa avbjóðingar, og at samstarva við øðrum ungum um at finna loysnir. Eisini at víðka um teirra netverk og menna nýggjar førleikar.

Vágs Kommuna er ein av samstarvspartnarunum hjá NORA. Les meira um tað her.

Facebook viðmerkingar