Mynd: Skipalistin.fo
Lemmatrolarin Steintór er á veg á Hvalba av rok-túri eftir svartkalva í bretskum sjógvi. Steintór fór í bretskan sjógv fyri 12 døgum síðani og nú teir sigla heim, eru góð 65 tons av svartkalva í lastini til eitt virðið á umleið 2,2 mió. kr.
Føroyar og Bretland gjørdu í vár sínámillum semju um fiskirættindi fyri 2024. Semjan við Bretland gevur atgongd at fiska 850 tons av svartkalva í bretskum sjógvi.
Umframt Steintór, so er Kappin eisini í løtuni í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva.
Steintór verður væntandi á Hvalba í kvøld og landar í morgin.
Facebook viðmerkingar