KVF: Níggju umsóknir komu til starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroynni. Fýra kvinnur og fimm menn hava søkt.
Rósa Heinesen, sum tók við rektarastarvinum 1. februar, hevur longu sagt upp, tí hon fer í annað starv.
Hon gevst sum rektari 1. desember, tá nýggi rektarin tekur við.
Fimm umsóknir vóru til rektarastarvið í fjør.
Miðnám í Suðuroy er ein gymnasialur miðnámsskúli, sum eisini hevur FHS, yrkisnám, serbreyt og føroyskt sum annaðmál.
Facebook viðmerkingar