Trivnaður hægstu raðfesting!


Trivnaður verður ikki raðfestur í kommununi, og tað sæst aftur í fólkafráflytingini. Tað er støðug minking av fólki orsakað av nettofráflyting. Við ársenda av ár 2000 vóru tað 763 fólk búsitandi í Hvalbiar Kommunu. Í skrivandi løtu eru tað 633 fólk búsitandi í kommununi. Hetta er ein afturgongd uppá heili 17%.

Samanbera vit við Tvøroya kommunu, so er afturgongdin har bert 3% sama tíðarskeið.

Støðan er tann, at koyrir tú ígjøgnum ein tunnil til Trongisvágs, ja… so ert tú sum barnafamilja væl betri stillað enn í Hvalba. Hetta má broytast. Eitt uppskot kundi verið at givið barnafamiljum eitt frítíðarkort á 2.000 kr. At hækka barnafrádráttin upp á 8.000 kr, so at barnafamiljan í Hvalba er javntstillað við hana á Tvøroyri. Avmarkaða barnatalið í kommununi ger, at hetta ikki er ein høgur kostnaður fyri kommununa.

Ungdómurin í Hvalba skal hava eitt ungdómshús, sum í dagtímunum kundi verið brúkt til alskyns virksemi. Hetta skal vera eitt opið hús, har høvi er at fáa sær ein drekkamunn. Upplagda staðfestingin er Gamli Skúli, har man kann gera grøna økið yvir av skúlanum til eitt hugnaligt stað, har borgarin tímur at uppihalda seg og harvið skapa eina “synergieffekt”.

Hvalbiar Kommuna kemur at liggja tættast at tunnlinum, og skulu vit gera okkum dælt av hesum. Økið til grundøkir skulu útvegast og matrikulerast, so at tað í nærmastu framtíð er klárt at planera, tá eftirspurningurin verður, og gróti hava vit nokk av.

Stórar avbjóðingar fyri framman
Tað eru stórar avbjóðingar fyri framman í skúlanum og serliga innan eldraøkið. Hetta loysa vit best við einari sterkari, samanlagdari kommunu.

Lækkandi barnatalið førir við sær, at skúlaflokkarnir gerast minni, og lærarirnir mugu tískil átaka sær fleiri lærugreinar, sum teir kanska ikki ynskja. Tá eindin er so lítil, er trupult at fáa eitt fjølbroytt læruumhvørvi. Hetta krevja lærarar kanska í dag, tí tað vísir seg at vera trupult at manna størvini í skúlanum við útbúnum lærarum. Tað eru fleiri børn við serligum tørvi, ið ikki fáa ta hjálp, sum teimum tørvar. Við at leggja skúlarnar saman, fært tú eina størri eind, og báðir skúlarnir standa sterkari.

Umstøðurnar hjá teimum eldru eru ikki góðar. Hetta er ørkymlandi hjá teimum eldru og starvsfólkunum. Í Hvalba hava vit 9 búpláss í einum húsi, ið ikki er egnað til ellisheim. Vit eru langt frá at nøkta framtíðartørvin. Eitt nýtt ellisheim skal til í norðaru helvt av Suðuroynni, fyri at betra um livikorini og trivnaðin hjá hesum bólkinum – og eisini starvsfólkunum. At byggja eitt nýtt ellisheim, ið nøktar framtíðartørvin, er sera kostnarmikið og er ein ov tungur burður fyri Hvalbiar Kommunu. Hetta megna vit bara við einari samanlagdari kommunu.

Jóhannes Liasson Rasmussen

Facebook viðmerkingar