FSF: – Hetta var ein góð og jøvn kapping. Ímóti Malta og Luksemborg tapa vit tíverri við einum máli, men talan er um javnar dystir, har vit spæla væl og koma til nógvar málmøguleikar. Í síðsta dystinum eru vit greitt omaná, og sigurin kundi saktans verið størri.
Soleiðis sigur Allan Smedemark, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping á Malta.
Eydnan og neyðugi neyvleikin var ikki við okkara gentum í fyrsta og øðrum dystinum, sum báðir endaðu við teprum 1-0 tapum fyri Malta og Luksemborg. Men í triðja dystinum, sum var ímóti Andorra, var eingin ivi. Føroyar vunnu 4-0, eftir 2-0 í hálvleikinum.
Helena Holm skoraði til 1-0, Sigrið Hansdóttir gjørdi tað til 2-0 og 3-0, áðrenn Rakul Madsen í 67. minutti sló sigurin rimmar fastan.
– Tað hevur verið stuttligt og gevandi at verið partur av hesum liðnum, og tað hevur eisini verið hugaligt at sæð, hvussu væl genturnar hava tikið ímóti tí, sum venjaratoymið er komið við. Sum fótbóltsspælarar hava tær ment seg nógv í ár, sigur Allan Smedemark við heimasíðuna hjá FSF.
Facebook viðmerkingar