Í løtuni eru Jastrid G. Augustinussen og Sarita R. Hermansen í starvsvenjing á skurðdeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tær lesa á fjórða ári til sjúkrarøktarfrøðing á Fróðskaparsetrinum. Starvsvenjingin hjá teimum hesaferð er fýra vikur.
Spurdar hví tær hava valt Suðuroyar Sjúkrahús til hesa starvsvenjingina, svarar Sarita, at hon áður hevur verið í starvsvenjing á songjadeildini á sjúkrahúsinum, og tá var hon eisini ein dag á skurðdeildini, og tað helt hon vera spennandi. Henni dámar væl her suðuri, og hon hevur bara hoyrt gott um at vera í starvsvenjing á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Jastrid greiðir frá, at ein av hennara vinkonum hevði verið í starvsvenjing á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og hon upplivdi nógv spennandi her, tí valdi Jastrid at koma her í starvsvenjing.
Sarita sigur, at henni hevur dámt ordiliga væl og at tær hava verið væl móttiknar á skurðdeildini.
Kelda: Suðuroyar Sjúkrahús á facebook.
Facebook viðmerkingar