Ynskir tú at vera við í einum avbjóðandi starvi og í einum spennandi fakligum toymi, er tað tær vit leita eftir.
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir heimasjúkrarøtarfrøðingi. Talan er um eitt fast starv. Starvsstaðurin er útiøki suður og heimini, og starvsbrøkurin er 1,0. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvør vikuskiftið.
Førleikar:
Fyriuttan útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur er tað ein fyrimunur, at tú hevur
royndir innan økið.
Vit vænta at tú:
- Kann ráðgeva, samstarva og vegleiða starvsfólk og avvarðandi
- Hevur áhugað at arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagi
- Hevur telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna.
- Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
- Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
- Ein fakligan og spennandi gerandisdag.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Rakul Petersen eindarleiðara á tlf. 793503.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan
att. Rakul Petersen
Vágsvegur 22,
900 Vágur
ella bhs@bhs.fo
Umsóknarfreist 17. Oktober 2024 kl. 12.00
Facebook viðmerkingar