ABC vikan í Vági 7-13. oktobur

Frá 7-13. oktobur verður ABC vikan í Vági. Hetta er ein vika, har okur fara at seta sjóneykuna á sálarligu heilsuna.Tað er eitt heilsuátak sum Heilsustýrið skipar fyri saman við øðrum ABC samstarvsfeløgum.

Tað eru fleiri tiltøk á skrá, bæði rørslutiltøk við Hvistuni og svimjing í Páls Høll, men eisini tiltøk har man er meira hugbundin saman við øðrum. Eitt nú at spæla Warhammer í Skótahúsinum ella at koma saman at binda í Miðlatúni.

Skráin fyri ABC vikuna:

  • Mánadagin 7. oktobur: Ókeypis morgunsvimjing í Páls Høll kl 08.00-10.00.
  • Mánadagin 7. oktobur: Heilsutúrur við Hvistuni kl 17.00, byrja verður við Miðlatún
  • Týsdagin 8. oktobur: Søguløta: Finn lesur eina søgu fyri børnum í bókasavninum kl 16. Okkurt gott verður afturvið
  • Týsdagin 8. oktobur: Fyrilestur við Rakul Dahl sum tosar um Grindabátarnar í Vági.Í Miðlatúni kl 20.00
  • Týsdagin 8. oktobur: Eikilund: Ítróttardagur fyri børnini í Eikilund
  • Tórsdagin 10. oktobur: Ókeypis morgunsvimjing kl. 08-10 & kvøldarsvimjing í Páls Høll kl. 18-22
  • Tórsdagin 10. oktobur: Heilsutúrur við Hvistuni kl 17.00, byrja verður við Miðlatún
  • Tórsdagin 10. oktobur: Warhammer 40.000 í Skótahúsinum kl 19.00, bæði fyri roynd og óroynd. Kom og royn um hetta er nakað fyri teg. Royndir leikarar eru tilstaðar.
  • Fríggjadagin 11. oktobur: 2 ættarlið binda: Miðlatún bjóðar inn til 2 ættarlið binda frá kl 15-17. Hetta kann verða mammur og døtrar, ommur og ommudøtrar, og sjálvandi kunnu eisini fleiri ættarlið enn 2 koma. Tey sum møta fáa eina lætta bindiuppskrift, eitt noða og ein avsláttarseðil til Suðuroyar Heimavirki. Ein drekkamunnur verður at fáa. Hav stokk nr 3.5 ella 4 við.  
  • Sunnudagin 13. oktobur: Ókeypis morgunsvimjing í Páls Høll 8.30-11.00.

Øll skráin kann takast niður her.

Vágs Kommuna er samstarvsfelagi hjá Heilsustýrinum.

Facebook viðmerkingar