Tilbúgving við oljudálking á sjónum styrkt

Umhvørvismálaráðið: Tilbúgvingin við olju- og kemikaliudálking á sjónum verður uppraðfest. Tilbúgvingin skal tryggja, at olju- og kemikaliudálking á sjónum verður fyribyrgd, og at mannagongdir og útgerð kunnu avmarka skaðan, tá dálking hendir.

Vørn fer at taka sær av uppgávuni framyvir, og serstøk játtan á 500.000 kr. verður sett av til umsiting av økinum. Vørn er ein operationellur stovnur, sum hevur stóran part av sínum dagliga virksemi á havinum og innan tilbúgving.  At ábyrgdin av oljutilbúgvingini nú verður flutt til Vørn er tískil ein fyrimunur fyri allar partar og ikki minst umhvørvið.

Vørn er farið undir at dagføra og styrkja landstilbúgvingina til olju- og kemikaliu­dálking á føroyskum havøki og at skipa hóskandi mannagongdir.

Facebook viðmerkingar