Landsstýriskvinnan raðfest føroyskt framleitt tilfar til børn og ung á komandi fíggjarlóg

AMMR: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 sæst, at landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, ætlar at. ein heil millión verður sett av til framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung. Tað verður Mentanargrunnur Landsins, ið fer at umsita játtanina. Játtanin verður markað til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari, ið er ætlað børnum og ungum, eitt nú nótatilfar og annað mentanarligt tilfar, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi. Raðfestingin vísir í verki viljan hjá samgonguni at fremja føroyska mentan og mál millum yngstu ættarliðini.

“Tað er týdningarmikið, at okkara børn og ung hava atgongd til dygdargott føroyskt tilfar”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

“Vit mugu áhaldandi tryggja, at føroysk børn og ung fáa føroyskt tilfar, ið er framleitt til teirra tørv og áhugamál. Umframt støðugt at betra um fortreytirnar fyri føroyskari mentan og føroyskum máli í einari alsamt øktari alheimsgerð.

Játtanin er eitt gott íkast afturat tí, sum vit longu hava fingið við í Public-Service sáttmálan við Kringvarp Føroya, um at gera dygdargóðar sendingar til børn og ung á føroyskum máli. Eisini skal Kringvarpið lata ein part av tilfarinum vera úr føroyskum jørðildi, soleiðis at børnini kenna seg aftur í einum føroyskum veruleika”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at enda.

Facebook viðmerkingar