Nýggi tekniski lleiðarin í Vágs kommunu

Í summar søkti Vágs Kommuna eftir nýggjum tekniskum leiðara, tá Jákup Olsen fór í annað starv. Fimm umsóknir komu inn og avgjørt er at seta Linn Mohr Augustinussen sum tekniska leiðara.

Linn er 49 ára gamal og útbúgvin byggiverkfrøðingur. Linn kemur frá J&K Petersen, har hann hevur verið verkætlanarleiðari í Fámjins tunnlinum. Undan starvinum hjá J&K Petersen, hevur Linn starvast í yvir 20 ár sum entreprenør í byggivinnuni – megin partin sum byggileiðari og verkætlanarleiðari í Føroyum, Danmark og uttanlanda.

Linn byrjar sum tekniskur leiðari í Vágs Kommunu 1. novembur.

Facebook viðmerkingar