Mynd: Bjartur Vest
Leygardagin verður útsetti dysturin ímillum FC Suðuroy og B36 á Eiðinum í Vági. Talan er um dyst, sum skuldi verða 14. september, men sum var útsettur vegna veður.
Talan er um ein toppdyst ímillum nr. 2 og nr. 3 í 1. deild. Hartil er dysturin rættiliga avgerandi fyri stríðið um at vinna uppflyting til Betrideildina.
Nú 2-3 dystir eru eftir í 1. deild, so eru tað framvegis fýra lið, sum kunnu vinna uppflyting til Betrideildina.
Dysturin FC Suðuroy – B36 byrjar kl. 15.00.
Facebook viðmerkingar