Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið, tí eg trúgvi uppá møguleikarnar hjá okkara kommunu. Og hóast okur standa við stórum avbjóðingum fyri framman, so snýr leiðin inn í framtíðina seg fyrst um at flyta okkum frá kloyvandi evnum til eitt stað við breiðum semjum, og einum felags endamáli. Hetta er einasta rætta leiðin.
Langtíðarætlanir – saman
Eg haldi at skilabesta leiðin er at seta okkum stór mál og arbeiða við langtíðarætlanum.
Okur mugu hava eina langtíðarætlan fyri hvønn veg okur vilja fara, og síðani arbeiða miðvíst saman fram ímóti málinum.
Okur mugu stuðla og hjálpa okkara lokalu vinnum við at veita teimum tænastur og ta hjálp, sum tær hava tørv á fyri at blomstra og at skapa nýggj størv.
Okur mugu raðfesta okkara skúla og børn, soleiðis at børnini hava bestu fortreytir at eydnast í lívinum. Tey eru jú avgerandi fyri okkara felags framtíð.
Ímeðan okur arbeiða við langtíðarætlanum, sum eitt nú at fara undir at byggja eldraíbúðir, og eina tilgongd har allar kommunurnar í oynni fara undir at byggja saman og lætta um akutta tørvin á búplássum, mugu okur eisini fyrireika okkum til Suðuroyartunnilin og fara undir stigvísar útstykkingar, soleiðis at okur gerast klár at taka ímóti kollveltandi broytingunum, ið tunnilin førir við sær.
Og lat okkum standa saman um tað okur longu hava.
Millum annað okkara fantastisku ítróttarfasilitetir, sum eru bygdir mest av sjálvbodnum, og sum standa sum prógv um ágrýtnið og arbeiðssemið hjá fólkinum í okkara kommunu. Tí hesir fasilitetir veita ikki bara eitt stað fyri ítróttarvirksemi, men eisini sum savnandi støð, har lívlong bond verða knýtt og styrkt.
Og lat okkum standa saman um felagskensluna, mentanina, serstøku fólkasálina og størsta tilfeingið, ið okur eiga her: Fólkið!
Mítt størsta ynski til okkum øll er, at okur arbeiða saman um avbjóðingarnar okur hava, og fara at fáa í komandi tíðum. Hóast okkara kommuna er í afturgongd, og okur hava mist nakað av samanhaldinum og eldhuganum, sum einaferð eyðkendi okkum, er enn tíð at finna eldhugan aftur, fyri at byggja eina framtíð saman.
Tí fari eg heita á tykkum um at stuðla mær at røkka hesum málunum – eg lovið at atkvøðan fer ikki til spillis.
Bárđur Gunnarstein Nielsen, valevni á Lista E
Facebook viðmerkingar