Góði veljari í Vágs kommunu
Okur standa framman fyri eini spennandi og avbjóðandi tíð í okkara kommunu.
Tí um okkurt um 10 ár fáa okur eina fasta og støðuga farleið til meginlandi við Suðuroyartunlinum, sum fer at lata upp fyri nýggjum møguleikum og skapa eina bjartari framtíð fyri okkum øll. – Vinnuligt eins og fyri einstaka borgarin.
Fyri at gagnnýta henda møguleika til fulnar, skulu okur vera klár og handla nú.
Útstykking og fyrireiking eru avgerandi
Okur skulu leggja ætlanir og fremja útstykkingar, sum kunnu rúma nýggj hús og vinnu. Hetta fer ikki bert at styrkja okkara búskap, men tað fer eisini at draga nýggjar borgarar og virkir til okkara kommunu.
Okur skulu tí tryggja, at kommunala infrakervi er klárt at handfara tann vøkstur og ta menning, sum fasta sambandið við meginlandi fer at bera við sær.
Og fyri at røkka hesum málum, er tað av størsta týdningi, at okur velja eldhugaðar politikarar í Vágs býráð.
Okur hava brúk fyri politikarum ið brenna fyri málinum.
Okur hava brúk fyri politikarum ið eru ágrýtnir at fremja hesar ætlanir í verki.
Tí uttan ágrýtni og eldhuga frá okkara politikarum, fara okur ikki at megna at fremja okkara visjónir og ambitiónir.
Latið okkum tí velja teir røttu leiðararnar í Vágs býráð, sum kunnu føra okkum móti eini spennandi og bjartari framtíð.
Bárður Gunnarstein Nielsen, valevni á lista E
Facebook viðmerkingar