Landsseyðasýningin 2024 verður eins og síðstu árini, at sýnsmenn fara út í økini at sýna. Hetta verður í tíðarskeiðnum 7. til 9. november 2024. Endaliga úrslitið fyri LSS 2024 verður kunngjørt fríggjakvøldið 15. november 2024, kl. 19.00. Tilmeldingin til LSS24 er í síðsta lagi mánadagin 4. november 2024 kl. 15.00.
Reglugerðin fyri Landsseyðasýningina kann lesast her.
Reglugerðin fyri hvussu ein brundseyður skal síggja út.
Legg til merkis, at nakrar tillagingar vóru gjørdar í reglugerðunum síðsta ár. Tær eru merktar við gulum í skjølunum.
Fyri at luttaka í landsseyðasýningini, skal seyðurin vera sýnaður á lokalari sýning, ið er góðkend av Búnaðarstovuni. Váttan fyri luttøku kann takast niður av heimasíðu Búnaðarstovurnar. Harafturat skal seyðurin vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótsøðuføri móti ridluskriða, sum greitt er frá í reglugerðini fyri LSS.
Seyðurin skal meldast til landsseyðasýningina á Búnaðastovuni í síðsta lagi mánadagin tann 4. november 2024 kl. 15.00. Tá meldað verður til, skal sýnsváttan sendast Búnaðarstovuni samstundis. Valdir verða 5 góðkendir sýnsmenn, umframt ein samskipara og ein skrivara.
Tá tær lokalu sýningarnar hava verið, fara valdu sýnsmennirnir runt til økini at sýna 3 teir vakrastu veðragjólingarnar, 3 teir vakrastu veturgomlu veðrarnar og 3 teir vakrastu veðrarnar 2 ár ella eldri.
Samskiparin setir seg í samband við ein persón úr økinum, sum samlar vinnandi seyðirnar frá viðkomandi sýning á einum stað. Hetta er tó treytað av, at teir eru meldaðir til landsseyðasýningina. Síðan fara valdu sýnsmennirnir út at sýna viðkomandi seyðir.
Sýnsháttur: seyðurin verður sýnaður eftir einum stigaskala frá 0 – 10 fyri ávikavist – bein framman – bein aftan – horn – ull – heildarmynd. Mátini frá teimum lokalu sýningunum verða nýtt. Sýnsmenninir sýna hvør sær, og tá liðugt er á einum stað, verða sýnspappírini hjá teimum 5 dómarunum handað skrivaranum til varðveitslu.
Facebook viðmerkingar