Í gjár vann FC Suðuroy uppflyting í Betrideildina, tá FC Suðuroy spældi javnleik 0-0 á Argjum ímóti AB. Uppflytingin var veruleiki, tá B36 spældi javnleik ímóti FC Hoyvík, og FC Suðuroy tí er tryggjað at enda antin nr. 2 ella nr. 3 í 1. deild.
TB vann ígjár 3-1 ímóti KÍ á heimavølli við Stórá og hevur góði endaspurturin hjá TB, sum ikki hevur tapt síðani 11. august, ført við sær, at TB nú liggur á 3. plássi í 1. deild við 1 stigi fleiri enn B71. Hetta merkir so aftur, at TB komandi fríggjadag við einum sigri á FC Hoyvík á útivølli í Hoyvík, kann tryggja sær uppflyting til Betrideildina.
Skal TB vinna uppflyting í Betrideildina, so skal TB í øllum førum fá í minsta lagi sama úrslit sum B71, sum í er á 4. plássi.
27. umfar verður spælt soleiðis og seint fríggjadagin vita okur, um tað verða eitt ella tvey lið úr Suðuroynni í Betrideildini komandi ár.
Facebook viðmerkingar