Tann 23. oktober 2024 eru 100 ár síðan Frelsunarherurin byrjaði virksemi í Føroyum og skipað verður fyri stórum hátíðarhaldi.
Mikudagin 23. oktober verður Frelsunarherurin í gongugøtuni í Havn millum kl. 13 og 16, har telt verður sett upp og høvið verður at koma forbí til eitt prát, nýbakaðar vaflur og ein kaffimunn. Kl. 15 spælir hornorkestrið og Heðin Mortensen, borgarstjóri heldur røðu.
Í sambandi við hátíðarhaldið eru blaðgreinar, ið áður hava verið prentaðar í norska blaðnum Krigsråbet, umsettar til føroysk. Hesar verða givnar út í føroyskari serútgávu – Herrópið – Frelsunarherurin 100 ár.
Mikudagin gevur Posta út heiðursfrímerki, ið Edvard Fuglø hevur teknað.
Fakligur temadagur
Hósdagin 24. oktober verður skipað fyri fakligum temadegi um sosial viðurskifti, har ljós verður varpa á ymsar sosialar avbjóðingar, og fyri at gera vart við, at øll eiga at hava virðilig lívskor. Tað er Advent.fo sum samskipar dagin og øll eru vælkomin, men tað er neyðugt at melda til.
Hátíðarhald, møtir og nýggj sangbók
Hátíðarmøti verður fríggjakvøldið kl. 19. Høvuðstalarar eru kommandørarnir Lisbeth og Knud David Welander.
Í sambandi við 100 ára stovningardagin verður nýggj sangbók givin út. Talan er um bók við 660 sangum við føroyskum teksti, nótum og akkordum. Sangbókin verður framløgd fríggjadagin.
Morgan Juel-Stavik hevur skrivað ein march til Frelsunarherin í Føroyum og verður hesin frumframførdur á hátíðarmøtinum fríggjadagin.
Syngið við møti er leygardag kl. 19 – ein sangferð gjøgnum 100 ár. Seinni á kvøldinum, kl. 23, er ungdómsmøti har Tina Mellem luttekur við sangi.
Sunnudag er sunnudagsskúli kl. 11, har okkurt heilt serligt og stuttligt verður fyri børnini.
Halgunarmøti er kl. 11 og møti kl. 17.
Nakrir av teimum mongu føroyingunum, ið eru farin uttanlands at arbeiða í Frelsunarherinum kring heimin, koma heim til hátíðarhaldið, herímillum eru Berit Kristiansen og Hákun Djurhuus Olsen, ið koma at tala á møtunum sunnudagin. Eyfinn Joensen kemur at luttaka við sangi. Eisini vera fleiri vitjandi úr Noregi, herímillum korpsleiðarar, ið áður hava búð og arbeitt í Føroyum.
Øll eru vælkomin til tiløk og møtir.
Facebook viðmerkingar