Maritimt mentanarhús á havnaøkinum

Okur eiga at arbeiða við møguleikanum fyri einum maritimum mentanarhúsi í Vági.

Eitt mentanarhús, har grindabátar, sluppsavn, skjøl, gamlir lutir og annars alt tað, ið eyðkennir lokalu mentanina her á staðnum, kann verða deilt við komandi ættarlið, og har okkara siðvenjur kunnu liva víðari.

Eitt stað, har okkara ungdómur kann knýta seg at sínum røtum, og har okkara eldru kunnu lata sína vísdóm víðari.

Vág hevur altíð verið knýtt at sjónum

Sjógvurin var vegurin og er fastgrógvin í okkara mentan og samleika, og við tildømis grindabátunum hava okur hildið á við okkara siðvenjum, ið minna okkum á sambandi

við sjógvin og lívsgrundarlagið, sum hevur merkt okkum í øldir.

Tað hevði tí hóska einari kommunu sum okkara, at okur fingu alla hesa serstøku mentan savnaða undir einum.

Suðurfisk-bygningurin

Bygningurin, har gamla Suðurfisk hevði sína stórheitstíð, kundi verið hóskandi hjá Vags kommunu at keypt og umbygt til eitt maritimt mentanarhús.

Bygningurin liggur væl fyri á havnalagnum og hevur passaliga stødd til at húsa eitt nú gomlu grindabátunum, sluppsavninum, møguligum hølum til Johannu TG326, kafé og øllum tí, sum annars hoyrir til slík hús.

Frálíka staðsetingin á havnalagnum er eisini nærhendis miðbýnum, og tá jóansøka, Johannudagar og onnur tiltøk eru, hevði alt runnið saman í eina hægri eind, í og við einum mentanarhúsið á havnalagnum.

Eg haldi tað hevði verið hóskandi, um okur fóru undir at fremja eina slíka ætlan í Vági.

Tí við at varðveita okkara mentanararv, varðveita okur eisini okkara samleika.

Bárður Gunnarstein Nielsen

Valevni á lista E

Facebook viðmerkingar