Góðu vágbingar, Vágur hevur nógv at bjóða, og her er gott at búgva, men fólkatalið er minkað tey seinastu árini, tí mugu vit fáa vent hesi gongdini.
Um vit vilja tryggja, at fólkavøksturin aftur tekur dik á seg, mugu vit leggja lunnar undir eina framtíð, sum bæði ungar familjur og vinnulívið síggja sum ein varandi loysn.
Ein týðandi liður í hesum er, at hugsa ymiskar bústaðarmøguleikar, sum nøkta tørvin hjá familjum, ið vilja seta búgv í Vági. Vit skulu hava fjølbroyttari bústaðir, soleiðis at fólk hava fleiri møguleikar at seta búgv, ung sum eldri.
Ein fjøltáttaður bústaðarmarknaður fer at gera tað lættari hjá bæði ungum pørum og vaksandi familjum at síggja eina framtíð her. Góðir stovnar og skúlar, sum liva upp til nútíðar krøvini, eru eisini avgerandi fyri trivnaðin.
Samstundis er tað avgerandi, at vinnulívið trívist. Eitt sterkt vinnulív er grundarlagið undir einum vaksandi samfelagi. Vit mugu skapa betri karmar fyri vinnuna, stuðla nýhugsan, stytta umsitingarfreistir og menna kvalifiseraða vegleiðing , so at bæði stórar og smáar fyritøkur síggja Vág sum eina varandi loysn
Eg brenni fyri at venda gongdini og síggi møguleikar heldur enn forðingar. Verði eg vald, fari eg at arbeiða fyri, at vit aftur kunnu síggja grøn tøl í fólkatalinum her.
Eg havi fleiri hjartamál íð eg ynski at arbeiða við. Eg fari at leggja fleiri av hesum málum út komandi vikurnar.
Unn Michelsen Listi E
Facebook viðmerkingar