Miðskeiðis í september komu Dagfinn og Kim við lagnum Tíð, ið koma skal.
Her syngja og spæla Dagfinn Olsen og Kim Hansen saman. Dagfinn hevur skrivað lagið, sum Kim hevur framleitt.
Nú er sjónbandalag gjørt til lagið, og tað sæst og hoyrist her.
Dagfinn og Kim hava hvør í sínum lag mong ár á baki sum tónleikarar, men eisini saman hava teir mong fet á leiðini. Teir kennast síðani ungdómsár, spældu onkutíð saman, og tá Dagfinn í 1997 gav útgávu út, spældi Kim við og legði rødd til. Kendast er lagið Fagri Flokkur.
Sambandið hava teir hildið , og nú eru teir báðir aftur saman við einum lag, ið hevur verið nógv at hoyra, síðani tað kom út. Nú ber so eisini til at síggja sjónbandalag til Tíð, ið koma skal.
Facebook viðmerkingar