FISK: Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro.
Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið á Hafro og eisini at umrøða, hvussu samstarvið millum Havstovuna og Hafro kann styrkjast. Á fundinum vórðu fleiri ítøkilig samstarvsøkir umrødd, bæði viðvíkjandi stovnsmetingum av felags og ferðandi stovnum, havgransking og gransking av, hvørja ávirkan aling hevur á t.d. firðir og sund og á villan fisk.
Sum grannatjóðir í Norðuratlantshavi, við nógvum felags økjum og áhugamálum, er tað natúrligt, at samstarvið millum Havstovuna og Hafro verður víðkað, og eg fegnist um, at gongd nú er sett á at styrkja og ikki minst at skipa samstarvið millum Havstovuna og Hafro, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Á vitjanini í Íslandi varð avtalað at fara undir at gera eina formliga samstarvsavtalu millum Havstovuna og Hafro, og tær fyrireikingarnar eru nú farnar ígongd.
Facebook viðmerkingar