Seinasta umfar í 1. deild er á skrá í dag, fríggjadagin 25. oktober, og hóast komið er til seinasta umfar, so er tað framvegis ikki greitt, hvør flytur upp í Betrideildina saman við FC Suðuroy, sum vann uppflyting í farnu viku.
TB og B71 kappast um hetta seinna plássið í Betrideildini. Dystirnar hjá teimum byrja kl. 16.15.
Meiri niðanfyri talvuna.
Skal TB verða tryggjað uppflyting til Betrideildina, so skal TB vinna ímóti FC Hoyvík. Um TB ikki vinnur ímóti FC Hoyvík, so skal ein onnur kabala ganga upp.
TB skal í fyrsta lagi fáa í minsta lagi sama úrslit sum B71. Tað vil siga spælir B71 javnleik ella tapir, so kann TB spæla javnleik ella tapa.
Men um TB t.d. spælir javnleik og B71 ger tað sama, so kann úrslitið hjá B36 ávirka. Tí vinnur B36 dystin, samstundis sum TB og B71 tapa, so merkir tað, at B36 vinnur seg upp á 3. pláss og TB tá endar á 4. plássi.
Verður tað støðan, so skal TB spæla ímóti nr. 9 í Betrideildina um uppflyting til Betrideildina.
So talan gerst um ein spennandi dag í dag, nú 27. umfar í 1. deild er á skránni. Størsti spenningurin er, um FC Suðuroy og TB flyta upp í Betrideildina.
Um 18-tíðina í kvøld er alt hetta nógv meiri greitt.
Facebook viðmerkingar